Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2026 08:20

Veðrið: Leygardagin 5. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og okkurt ælið. Í kvøld lækkar hann í útsynning og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, men móti middegi fer at regna sunnaneftir. Hitin 8 til 13 stig.

Sólarris: 06:25 Sólsetur: 20:24