Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Frískt lot til frískan vind vestan 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum, men eisini okkurt vátakava- ella kavaæl. Í kvøld minkar hann vindin niður í lítið av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, tað verður sum frá líður skýggjað við onkrum vátakava- ella kavaælum. Í nátt aftur frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt vátakava- ella kavaæl. Hitin um frostmarkið og upp í 5 stig.
Sólarris: 06:40 Sólsetur: 20:21
