Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2025 08:52

Veðrið: leygardagin 3. mai

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Frískt lot upp í frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin verður klárari. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt minkar hann vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og loftið klárt. Fyrrapartin í morgin gongur hann niður í útsynning, og sum frálíður ádrigið. Hitin 1 til 6 stig.

Sólarris: 05:07 Sólsetur: 21:41