Veðurstova Føroya
Fyrrapartin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga við vátakava. Móti middegi í støðum upp í skrið, 18 m/s. Seinnapartin og um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 8 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður við vátakava ella kava. Um náttina hvassur vindur til skrið av vestri, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s. Hitin 1 til 6 stig, um náttina niður í -2 stig.