Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi í morgin, skrivað klokkan 12.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað. Í kvøld veksandi vindur av útsynningi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, enn klárt ella smáskýggjað norðan- og eystantil; vestantil skýggjað og turt. Í nátt frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og turt. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og turt. Hitin 1 til 6 stig.
Sólarris:09:52 Sólsetur:15:03
