Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.06.2025 08:49

Veðrið: leygardagin 21. juni

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum fyrrapartin gongur niður í landsynning og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnpartin frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt og fyrrapartin í morgin lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 13 stig.

Sólarris: 03:33 Sólsetur: 23:24