Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Lot til frískt lot millum norðan og landnyrðing, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta. Út á seinnapartin dregur á luftina, og hann veksur vindin til frískt lot upp í frískan vind millum eystan og landsynning. Í kvøld veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir, út á náttina samregn og í støðum vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot upp í frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, seinni landnyrðingur. Skýggjað og ælaveður. Hitin 2 til 6 stig.
Sólarris:07:56 Sólsetur:17:27
