Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella kavi. Fram ímóti middegi gongur hann upp í vestan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, í støðum við kava. Seinnapartin smáskýggjað og bert okkurt ælið. Í kvøld lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í nátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og sum frá líður kavi. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið við regni ella kava. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.
Sólarris: 08:17 Sólsetur: 17:06
