Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, sum frá líður samdrigið og regn. Út á seinnapartin veksur hann vindin til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, í støðum við hørðum hvirlum. Seint seinnapartin ella í kvøld minkandi til strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum frá líður skiftandi skýloft og ælaveður. Út á náttina og fyrrapartin í morgin hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.
Sólarris: 09:42 Sólsetur: 14:59
