Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnukvøldið.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Sól, tó í støðum smáskýggjað. Hitin 14 til 16 stig. Í støðum upp í 20 stig. Í kvøld og í nátt møguliga mjørki eystanfyri. Hitin tá 11 til 14 stig.
Í morgin lot til frískt lot, fyrrapartin eystan og út á seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing, 3 til 8 m/s. Sól, tó móti ættini møguliga mjørki. Hitin 16 til 20 stig, men har mjørkin liggur 10 til 14 stig.
Sólarris: 04:00 Sólsetur: 23:03