Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, út á dagin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og viðhvørt okkurt ælið, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 4 stig, í kvøld lýggjari, millum 3 og 7 stig.
Sunnudag fyrrapart frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum frá líður hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað og lutfaldsliga turt, men sum frá líður veður samdrigið og regn vestaneftir. Hitin 4 til 7 stig