Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.07.2026 09:23

Veðrið juni 2026

Veðurstova Føroya

Nú er juni 2026 farin um bak, og hvussu royndist hann til veður?

ERA5 MSLP 20260610 0600

Mynd 1: Javntrýstlinjur yvir havyvirflatuni tann 10. juni 2026 kl. 06:00. Dáta: ERA5 reanalysis.

Veðrið í juni líkist nógv veðrinum í einum miðal juni mánaði. Mátaði miðalhitin uttanfyri veðurstovuna í Tórshavn var 10,4°C, ið er ein hálv grad heitari enn ein miðal juni mánaður. Miðal vindferðin á 5 m/s og samlaða avfallið á 61 mm er so at siga tað sama samanborið við ein miðal juni mánaða, sí talvu 1.

Talva 1: Hagtøl fyri hita, vind og regn mátað uttanfyri Veðurstovuna í Tórshavn í juni 2026 og yvir 30 ár (dátukelda: Veðurstova Føroya og DMI ).

 Miðal hitiMiðal vindferðSamlað avfall
Juni 202610,4°C4,9 m/s61,4 mm
Juni 1991-20209,1°C5,2 m/s63,1 mm



Trýstkort
Sum heild hava trýstsystemini í juni mánaða fylgt einum mynstri, har lágtrýstini vesturi í havi nærkast Føroyum av útsynningi, haðani tey eru farin yvir í Norskahavið, norðan fyri Føroyar. Myndin ovast í greinini vísur eina løtumynd ein morgun, tá hetta mynstri var serstakliga týðiligt. Øll tíðarserian við trýstlinjum yvir eitt størri øki runt um Føroyar kann síggjast við at trýsta á her (Dátakelda: ERA5 reanalysis).


Vindurin
Mynstri við trýstsystemunum hevur havt við sær, at ættin størsta partin av tíðini hevur verið av útsynningi vestri. Hetta sæst klárt á Mynd 2, ið vísir eina vindrósu av mátaða vindinum uttanfyri Veðurstovu Føroya.

Mynd 2: Vindrósa fyri mátaða vindin í juni 2026 uttanfyri Veðurstovu Føroya í Tórshavn. Dátukelda: Veðurstova Føroya.

Sum løtumyndin ovast í greinini vísir, so var langt millum javntrýstlinjurnar yvir Føroyum hesa løtuna, ið merkir at vindferðin var lítil. Soleiðis hevur eisini verði størsta partin av mánaðinum. Næstan 90% av tíðini var vindferðin uttanfyri Veðurstovu Føroya minni enn 8 m/s; t.v.s. frískt lot ella minni. Veðurstovan hevur fimm veðurstøðir kring landið. Tíðarseriurnar fyri tríggjar av hesum eru vístar í Myndi 3 niðanfyri (hinir báðir vindmátararnir vóru óvirknir). 

Mynd 3: Mátaða vindferðin í juni 2026 á trimum veðurstøðunum kring landið. Dátukelda: Veðurstova Føroyar.


Hitin
Hitamátingarnar á øllum fimm veðurstøðunum eru vístar í Mynd 4. Hitin hevur ligið um eini 10°C allan mánaðan, fyriuttan eitt stutt tíðarskeið miðskeiðis í mánaðinum.

Mynd 4: Mátaði hitin í juni 2026 á fimm veðurstøðunum kring landið. Dátukelda: Veðurstova Føroyar.

Týðiligur munur sæst á hitanum um dagin og um náttina. Mynd 5 niðanfyri vísir miðal hitan yvir allan mánaðan býtt yvir tímar í døgninum. Her sæst at hitamunurin um dagin og um náttina var í miðal umleið tvey stig. Eisini er munur á miðalhitanum á teimum ymisku støðunum, og er hetta tengt at ættini. Her ber til at lesa um, hvussu tær ymisku ættirnar ávirka veðrið ymsa staðni kring Føroyar. 


Mynd 5: Mátaði miðalhitin í juni 2026 býtt út yvir tímar á døgninum á fimm veðurstøðunum kring landið. Dátukelda: Veðurstova Føroyar.