Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi kl 12:00.
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Út á dagin framvegis frískur vindur upp í hvassan vind, men hann hækkar upp í eystan, 10 til 15 m/s, tó í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 4 stig, tó í nátt í støðum niður í -2 stig.
Fyrrapartin í morgin minkar vindurin til frískan vind upp í strúk og hækkar upp móti landnyrðing, 8 til 13 m/s. Skýggjað, sum frálíður hálvskýggjað, og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 5 stig
Sólarris: 09:43 Sólsetur: 15:24
