Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í strúk sunnan, sum út á morgunin fer upp í útnyrðing, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn, í støðum við vátakava. Fyrrapartin fer ættin í vestan og seinnapartin niður í útsynning og tað veður ælaveður, í støðum við kava ella vátakava. Í kvøld og í nátt framvegis frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, men tað verður hálvskýggjað ella smáskýggjað við ælaveðri, men í nátt slítur í. Fríggjamorgunin og fyrrapartin fríggjadagin veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 7 stig.
Sólarris: 07:18 Sólsetur: 18:00
