Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2025 09:10

Veðrið: hósdagin 5. juni

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft, onkur sólglotti og ælaveður. Norðanfyri eitt skiftið í kvøld upp í hvassan vind, 15 m/s. Í nátt sum frá líður lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, hálvskýggjað, sólglottar og ælaveður, í støðum grov æl. Hitin 6 til 10 stig, í morgin 5 til 11 stig.

Sólarris: 03:47 Sólsetur: 23:04