Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Lítið lot at ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft við sólglottum, men eisini okkurt ælið í støðum. Sum frá líður fer ættin í útsynning. Í kvøld, í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind millum útsynning og sunnan, 5 til 10 m/s, framvegis skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.
Sólarris: 06:22 Sólsetur: 20:27