Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.10.2025 06:45

Veðrið: Hósdagin 30. oktober

Veðurstova Føroya

Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálv- ella smáskýggjað og turt. Tá líður á fyrrapartin kemur hann av landsynningi. Seinnapartin veksandi vindur av landsynningi upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld veksur hann upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, ádrigið og enn turt. Í nátt hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin slítur í, og vindurin fer at minka niður í frískt lot til frískan vind 5 til 10 m/s. Hitin í morgun og út á seinnapartin úr 1 stigi undir frostmarkinum upp í 3 stig. Frá seint seinnapartin og frameftir 5 til 10 stig.

Sólarris: 07:52 Sólsetur: 16:27