Veðurstova Føroya
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt æl. Móti middegi veksur vindurin upp í strúk ella skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s; og miðskeiðis seinnapartin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Miðskeiðis seinnapartin dregur á luftina og móti kvøldi fer at regna. Í kvøld hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s; samdrigið og samregn, í støðum grimdarregn. Tíðliga í nátt minkar vindurin niður í frískan vind ella strúk sunnan, 8 til 13 m/s; skýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 5 til 9 stig.
Sólarris: 09:08 Sólsetur: 15:18