Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Seint seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálv- ella smáskýggjað og ælaveður. Fram ímóti morgni frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, sum frá líður eisini við vátakava ella kava. Hitin 1 til 6 stig.
Sólarris: 07:40 Sólsetur: 17:40
