Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin verður turrari og kanska onkur sólglotti, mest norðanfyri, tó framvegis driv í støðum, mest sunnanfyri. Út á náttina veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, fyrrapartin í morgin upp í skrið, 18 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin alt samdøgrið 10 til 14 stig.
Sólarris: 07:17 Sólsetur: 19:18