Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.10.2025 07:24

Veðrið: Hósdagin 23. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Lot til frískt lot av landsynningi og eystan, 3 til 8 m/s, sum fyrrapartin hækkar upp í landnyrðing, hálvskýggjað ella skýggjað og okkurt ælið í støðum. Út á kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind ella hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum 17 m/s, samdrigið og regn. Í nátt slítur í, tó í støðum driv. Hitin í dag 5 til 10 stig, í nátt og fyrrapartin í morgin 3 til 8 stig.

Sólarris: 08:32 Sólsetur: 17:48