Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2025 07:33

Veðrið: Hósdagin 20. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Sum frálíður minkar vindurin og hann fer vesturum. Seinnapartin lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Hitin millum -3 og +3 stig.
Í kvøld lækkar hann niður í útsynning og tað dregur á luftin. Í nátt trilkar hann vindin, tað fer at regna og tað verður heitari, millum 2 og 6 stig.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 4 og 9 stig.

Sólarris: 08:51 Sólsetur: 15:32