Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2025 07:21

Veðrið: Hósdagin 2. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Sum frálíður minkar vindurin. Út á seinnapartin lítið lot, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann eysturum og tað dregur á luftina. Í nátt lot til frískt lot av landnyrðingi , 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, eystanfyri møguliga regn. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Sum frálíður hálvskýggjað og turt. Hitin 10 til 12 stig, í nátt niður í 7 stig.

Sólarris: 07:35 Sólsetur: 18:55