Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.01.2025 09:55

Veðrið: hósdagin 2. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin veskur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan um útnyrðing, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 17 m/s. Í kvøld minkar vindurin niður aftur í frískan vind ella ein strúk í vindi um norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað við kavaælum. Fríggjamorgun og fyrrapartin fríggjadagin frískt lot til frískan vind um norðan, 5 til 10 m/s, framvegis skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.