Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2024 08:24

Veðrið: hósdagin 19. desember

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Vindurin minkar so líðandi út á seinnapartin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og lækkar niður í vestan. Í kvøld lítið lot av vestri, undir 5 m/s. Út á kvøldið snarar hann niður í sunnan, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk av suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av vestri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í hvassan vind 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum -2 og 5 stig, fyrrapartin í morgin millum 2 og 7 stig.