Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk sunnan og av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Í kvøld og í nátt veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s. Út móti morgni veksur vindurin upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 25 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Fyrrapartin í morgin minkandi vindur niður í frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 4 og 9 stig.