Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi, skrivað kl 06:15
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum í kvøld minkar til eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður, sum frá líður klárnar til smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og einstøk æl. Hitin millum 3 og 7 stig, í nátt kaldari, niður móti frostmarkinum.
Sólarris: 09:34 Sólsetur: 15:39
