Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað og turt. Fram ímóti middegi veksandi upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og eitt skifti regn. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og tað slítur í. Seint í kvøld strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Fyrrapartin í morgin minkandi niður í frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 11 til 15 stig.
Sólarris: 06:40 Sólsetur: 20:04