Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2025 08:36

Veðrið: Hósdagin 11. desember

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, sum frá líður frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld sunnan, sum frá líður veksandi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað, sólglottar, okkurt ælið, stundum grov æl. Hitin 6 til 10 stig, í hæddunum niður í 4 stig.

Sólarris: 09:39 Sólsetur: 15:00