Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.01.2026 07:26

Veðrið: Fríggjadagin 9. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi kl 12:00.

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og regn ella ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin 1 til 3 stig.
Fyrrapartin sunnast í landinum og í kvøld ella í nátt væntandi eisini norðanfyri, eitt skiftið við regn, møguliga grov æl við vátaslettingi, og síðani minkar vindurin til lítið lot millum eystan og sunnan, minni enn 5 m/s; skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 3 til 6 stig.
Fyrrapartin í morgin lítið lot millum sunnan og eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft, ælaveður, stundum sum vátaslettingur, og í støðum møguliga mjørki. Hitin millum 1 og 5 stig.

Sólarris: 09:42 Sólsetur: 15:26