Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður, sirm ella mjørki í støðum. Seinnapartin eystan. Í kvøld lítið lot av ymsum ættum, skýggjað og ælaveður, stundum grov æl. Fyrrapartin í morgin landnyrðingur. Hitin 7 til 10 stig, í nátt niður í 5 stig.
Sólarris: 08:15 Sólsetur: 16:04
