Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin og í kvøld veksur hann vindin til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Samdrigið og út á kvøldið regn vestaneftir, í nátt samregn.
Fyrrapartin í morgin minkar hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og í støðum regn, tó sum frá líður ælaveður. Hitin alt samdøgrið 4 til 9 stig.
Sólarris: 07:15 Sólsetur: 18:02
