Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2025 08:11

Veðrið: Fríggjadagin 5. desember

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin hækkar hann í eystan og veksur vindurin upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Í nátt lækkar hann eitt skifti aftur í landsynning. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s. Smáskýggjað og einstøk æl. Hitin millum 5 og 9 stig.

Sólarris: 09:28 Sólsetur: 15:06