Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og samregn. Fram ímóti middegi minkar hann vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, tó út á seinnapartin hvassur vindur í støðum, 15 m/s. Hálvskýggjað og turt fyri tað mesta, men út á kvøldið og náttina verður samdrigið og stundum regn ella ælaveður.
Fyrrapartin í morgin fyrst strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður, tó fram ímóti middegi turt fyri tað mesta og hann minkar vindin niður í lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Hitin alt samdøgrið 6 til 11 stig.
Sólarris: 07:55 Sólsetur: 16:24
 
 