Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2025 08:09

Veðrið: Fríggjadagin 3. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Móti middegi minkar hann vindin niður í lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, út á seinnapartin bert lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Í kvøld veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, út á náttina hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og í støðum regn ella ælaveður.

Fyrrapartin í morgin skrið ella stormur millum norðan og útnyrðing, 18 til 23 m/s, við høvðum hvirlum. Samdrigið og regn. Hitin um dagin 8 til 11 stig, um náttina niður í 5 stig í støðum.

Sólarris: 07:38 Sólsetur: 18:52