Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn, í støðum við vátakava. Sum líður móti middegi, veksur vindurin upp í frískan vind til strúk, 8 til 13 m/s. Eystast í landinum eystan eitt skiftið. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Sunnast tó bert okkurt ælið. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt ælið ella vátakavaælið. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað, onkur sólglotti og okkurt ælið, møguliga við vátakava. Hitin 0 til +5 stig.
Sólarris: 06:43 Sólsetur: 20:18
