Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður, hitin 4 til 8 stig. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum vátakavi ella kavi. Hitin 2 til 5 stig.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin -1 til 3 stig.
Sólarris: 09:12 Sólsetur: 15:16
