Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í kvøld og í nátt stundum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og ælaveður, í kvøld regn. Um midnátt heldur minni vindur eitt skiftið, frískur vindur til strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Í nátt skiftandi skýloft og ælaveður. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Hitin millum +4 og + 8 stig.