Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, høgt skýloft, onkur sólglotti og yvirhøvur turt; sum frá líður seinnapartin samdrigið. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið, og ælaveður ella regn í vestara partinum av landinum, annars yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. samdrigið og regn, fyrst vestanfyri. Seinnapartin støkkur hann vesturum til lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Hitin 10 til 13 stig.
Sólarris: 07:19 Sólsetur: 19:15