Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann upp í útnyrðing og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Í nátt lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað við sólglottum og turt. Hitin 3 til 8 stig.
Sólarris: 09:52 Sólsetur: 15:02
