Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2025 09:01

Veðrið: fríggjadagin 25. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, seinnapartin í støðum frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað, onkrir sólglottar, og yvirhøvur turt. Í kvøld samdrigið, og kanska okkurt ælið. Í nátt frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið, ælaveður og út á náttina regn. Fyrrapartin í morgin snarar vindurin líðandi í sunnan, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig, í morgin upp í 12 stig í støðum.

Sólarris: 05:32 Sólsetur: 21:19