Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 07:33

Veðrið: fríggjadagin 2. mai

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 12 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Í kvøld veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Í nátt hækkar ættin upp í norðan, og vindurin minkar sum frá líður niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið, fyrrapartin í morgin yvirhøvur turt. Hitin 3 til 9 stig.

Sólarris: 05:10 Sólsetur: 21:39