Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2025 08:19

Veðrið: fríggjadagin 19. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, men í støðum, serliga sunnanfyri, upp í frískan vind ella hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin og í kvøld frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið, men sum frá líður slítur í. Í nátt frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, og fyrrapartin í morgin niður í frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Sólarris: 07:01 Sólsetur: 19:38