Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.07.2025 09:49

Veðrið: fríggjadagin 18. juli

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Lot til frískt lot eystan, lækkandi niður í landsynning, 3 til 8 m/s, skýggjað, tám ella mjørki og sum frá líður regn. Í kvøld og í nátt lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið ella sirm í støðum. Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og framvegis bert okkurt ælið ella sirm í støðum. Hitin 10 til 16 stig.

Sólarris: 04:13 Sólsetur: 22:51