Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, sólglottar, yvirhøvur turt; sum frá líður klárt og sól. Seinnapartin vestan ella útsynningur, og sum frá líður hálvskýggjað. Í kvøld sum frá líður lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað. Í nátt lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Hitin 11 til 15 stig.
Sólarris: 05:28 Sólsetur: 21:32