Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Í kvøld minkar hann niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og einstøk vátakava- ella kavaæl. Hitin út frostmarkinum upp í 5 stig, í nátt niður í -2 stig. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin veksur til millum 3 og 8 stig.
Sólarris: 08:34 Sólsetur: 15:47
