Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi seinni vestan, 8 til 13 m/s. Seinnapartin gongur hann upp í útnyrðing og minkar niður frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig. Í kvøld veksur hann aftur upp í frískan vind upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Hálvskýggjað og bert einstøk æl. Fyrrapartin í morgin minkandi vindur niður í lot til frískt lot vestan og av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin minkar niður millum frostmarkið og 5 stig.
Deil á Facebook