Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2025 08:25

Veðrið: fríggjadagin 12. september

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, og sum líður út á fyrrapartin landsynningur, 10 til 15 m/s. Um middagsleiti eitt skifti lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Seinnapartin veksur vindurin aftur til frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

Út á náttina minkar vindurin og gongur yvir í landsynning. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 13 stig.

Sólarris: 06:43 Sólsetur: 20:01