Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið í støðum. Fyrrapartin veksur hann upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, ádrigið og sum frá líður ælaveður. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan 8 til 13 m/s, sum frá líður samdrigið og regn. Hitin 5 til 9 stig.
Sólarris: 09:41 Sólsetur: 14:59
