Mynd: Skjótisamband Føroya
Ársins síðsta Skeet kapping 2022 verður í vikuskiftinum. Hetta er tann vælumtøkta Veðrakappingin hjá Sunda Byrsufelag.
Síðsta freist at melda til kappingina, er mikukvøldið 7. septembur kl 20:00.
Kappingin verður Leygarmorgunin 10. septembur kl. 09:00, á breytuni við Norðskála. Møtt verður stundisliga kl 08:30.
Tá kappingin er liðug fáa øll okkurt gott at eta og drekka. Síðani verður veðurin flettur, sum vinnarin av kappingini vinnur.
Tilmelding fer fram við at skriva til Sunda Byrsufelag á Messenger ella við at senda eini SMS boð til Tórur á tlf: 272788.
Deil á Facebook